Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. desember 2017 Nr. 154
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Stuðul til persónar við bústaðarskyldu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt…
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. apríl 1999, løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 2010, løgtingslóg nr. 172 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 33 frá 27. apríl 2012, løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2013, verður henda broyting gjørd: Í § 2 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Persónur, sum av arbeiðsávum hevur bústaðarskyldu, lýkur treytina í stk. 3, um egni bústaðurin ikki verður leigaður út.” Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2018. Í Tinganesi, 13. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 33/2017
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.