Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. desember 2018 Nr. 154

Løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin)

(Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100…

Í lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg (Forsorgarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 4. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 9 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat upphædd sbrt. stk. 2.” Stk. 3-7 verða eftir hetta stk. 4-8. 2. Í § 9, stk. 4, sum verður stk. 5, § 32 c, stk. 2 og tvær staðni í § 32 d, stk. 1, verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 3. Í § 9, stk. 6, sum verður stk. 7, verða “stk. 4 og 5” broytt til: “stk. 5 og 6”. 4. Í § 13 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat upphædd sbrt. stk. 1.” Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5. 5. Í § 15, stk. 1 verður “3” broytt til: “4”. 6. Í § 15 a, stk. 1 verður “2-7” broytt til: “2-8”. 7. Í § 17, stk. 3 verður 3. pkt. orðað soleiðis: “Endurgjaldið er í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin, íroknað frítíðarløn, umframt bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn.” 8. Í § 33, stk. 2 verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1 og 3”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 12. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 58/2018

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙