Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. desember 2009 Nr. 154
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25.…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Studningur til skúlagjald kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár, og sum fer undir hægri lestur uttan fyri Norðurlond. Stuðulsstovnurin rindar studning til skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum. Frá 1. august 2010 verður studningurin til skúlagjaldið í mesta lagi kr. 100.000, og frá 1. august 2011 í mesta lagi kr. 80.000. Møguligur studningur til skúlagjaldið frá SU ella øðrum lestrarstuðulsstovni verður roknaður sum partur av nevndu upphædd.” 2) Í § 19, stk. 1, 2. pkt. verður sett aftaná “1. august 2009”: “og 1. august 2010”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2010
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2010. Tórshavn, 14. desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 26/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.