Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2015 Nr. 153

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

(Hækking av inn- og útgjaldi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin 2,25%.” 2. Í § 2, stk. 2 verður 4. pkt. orðað soleiðis: “Ásetti prosentparturin er 2,25%.” 3. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir. Stýrið kann broyta veitingina, um fyritreytirnar fyri ásetingina av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.” 4. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir.”

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 1, 2 og 3 koma í gildi 1. januar 2016

Stk. 1. § 1, nr. 1, 2 og 3 koma í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. § 1, nr. 4 kemur í gildi 10. januar 2016. Í Tinganesi, 23. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 42/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙