Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2013 Nr. 153
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Broyting í FAS-afturbering í sambandi við at Eftirlønarlógin kemur í gildi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður § 63 a, stk. 1 orðað soleiðis: “Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, herundir eftirløn, frítíðarløn, samsýning o.ø. sbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri: 1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS. 2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 20. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 41/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.