Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. desember 2023 Nr. 153

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

(Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 10. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður skattur teirra, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d-f, sbr. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis: 1) Er inntøkan lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin. 2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 180.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 14% av restini. 3) Er inntøkan kr. 180.000 ella hægri, men lægri enn kr. 280.000, verða kr. 16.100 latnar av kr. 180.000 og 15% av restini. 4) Er inntøkan kr. 280.000 ella hægri men lægri enn kr. 380.000, verða kr. 31.100 latnar av kr. 280.000 og 20% av restini. 5) Er inntøkan kr. 380.000 ella hægri, men lægri enn kr. 700.000, verða kr. 51.100 latnar av kr. 380.000 og 25% av restini. 6) Er inntøkan kr. 700.000 ella hægri, verða kr. 131.100 latnar av kr. 700.000 og 30% av restini.” 2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður skattur teirra, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d-f, sbr. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis: 1) Er inntøkan lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin. 2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 180.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 13% av restini. 3) Er inntøkan kr. 180.000 ella hægri, men lægri enn kr. 330.000, verða kr. 14.950 latnar av kr. 180.000 og 15% av restini. 4) Er inntøkan kr. 330.000 ella hægri men lægri enn kr. 450.0000, verða kr. 37.450 latnar av kr. 330.000 og 20% av restini. 5) Er inntøkan kr. 450.000 ella hægri, men lægri enn kr. 600.000, verða kr. 61.450 latnar av kr. 450.000 og 25% av restini. 6) Er inntøkan kr. 600.000 ella hægri, verða kr. 98.950 latnar av kr. 600.000 og 30% av restini.”

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024

Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2025. Í Tinganesi, 19. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 36/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙