Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2015 Nr. 152

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

(Hækking av stuðlinum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001, løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006, løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008 løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2008 og løgtingslóg nr. 121 frá 22. desember 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1, 1. pkt. verður “15 km” broytt til: “20 km”. 2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað: 1) longri enn 20, men styttri enn 30 km, er stuðulin kr. 6,0, 2) 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 14,50, 3) 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 21,50, 4) 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 28,00, 5) 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 33,50, 6) 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 39,00, 7) 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 44,50, 8) 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 50,00, 9) 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 55,50, 10) 212 km og longri, er stuðulin kr. 61,00.” 3. Í § 2, stk. 4 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Vegastrekkir verða uppgjørd sambært uppmátingum av vegalongdum millum bygdir hjá Landsverk.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 23. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 36/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙