Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2013 Nr. 152

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og…

Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um eftirløn” 2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Arbeiðsgevarin hevur við teimum avmarkingum, sum eru nevndar í § 1, stk. 2, 5 og 7 og § 3, skyldu at flyta eftirlønargjaldið hjá løntakara, og at tryggja, at hvør einstøk lønarútgjalding er í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg. Eftirlønargjaldið skal rindast umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt. Lønarflyting, sum ikki er í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg, verður afturvíst av TAKS” 3. § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Persónur við B-inntøku skal rinda eftirlønargjald sbrt. stk. 1. Hjá persóni við B-inntøku, ið einans hevur skyldu til at rinda eftirlønargjald fyri ein part av inntøkuárinum, verður bundna eftirlønargjaldið lækkað samsvarandi lutfallinum millum dagatalið uttan eftirlønargjaldskyldu og 365.” 4. Í § 2, stk. 6 verður “mai” broytt til: “november”. 5. § 2, stk. 8 verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Av tí í stk. 1 ásetta minsta eftirlønargjaldi, kann í mesta lagi ein triðingur árliga fara til persónstryggingar, restin skal fara til eftirlønarsamansparing. Tað er eftirlønarveitari, ið skal tryggja, at árliga hámarkið verður fylgt.” 6. Í § 3 verða sum nr. 22 og 23 sett: “22) Útgjald sambært lóg um trygdargrunn fiskivinnunnar. 23) Útgjald sambært lóg um sjúkratrygd til fiskimenn.” 7. § 5, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Inngjald sambært hesi løgtingslóg fer til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur heimstað í Føroyum. TAKS góðkennir, at eftirlønargjald kann fara fram sambært hesi løgtingslóg. Eftirlønarveitarar skulu fráboða TAKS tær eftirlønarskipanir, ið teir veita eftirlønarsamanspararum. Stk. 2. Eftirlønarsamansparing skal stovnast í lívstryggingarfelagi, eftirlønargrunni ella peningastovni við heimstaði í Føroyum.” 8. § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upplýsingarskyldu, freist og rættleika av upplýsingum frá eftirlønarveitarum, ið skulu sendast TAKS.” 9. § 7, stk. 8 verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Virðisbrævagoymslan verður gjørd upp til marknaðarvirðið í seinasta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari ynskir at byrja útgjald, og í fyrsta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari nær fólkapensjónsaldri sbrt. lóg um almannapensjónir, tó í seinasta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari fær fólkapensjón sbrt. lóg um almannapensjónir.” 10. Strikað. 11. Strikað. 12. Í § 9 verður sum stk. 8 sett: “Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri, hvussu eftirlønin verður útgoldin frá eftirlønarveitara.” 13. Í § 11 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Tá eftirlønarútgjald er byrjað sbrt. § 9, og eftirlønareigari doyr, verður lutaeftirlønarparturin, um ikki onnur avtala er gjørd, útgoldin til njótanartilskilaða sbrt. eftirlønaravtaluni. Um eingin njótanartilskilaður er og heldur eingin nærmasti avvarðandi, verður gjørt samsvarandi stk. 3.” 14. Í § 11 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Í sambandi við viðgerðartíðina hjá eftirlønarveitara og TAKS, er eftirlønin at meta sum kapitalvirði, um ikki onnur avtala er gjørd og verður fyrst fevnd av ásetingunum í § 9, stk. 2 tann dag, ið ásettur er fyri útgjaldi.” 15. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Rindast skulu 40 prosent í eftirlønarskatti til landskassan av inngjaldi til eftirlønarsamansparing og av inngjaldi til persónstryggingar sbrt. hesi løgtingslóg. Hetta er tó ikki galdandi fyri eftirlønargjøld, ið eftirlønarveitari rindar vegna gjaldsundantøku. Tann persónur, sum er skyldugur til at rinda eftirlønargjald í Føroyum av inntøku, vunnin uttanlands undantikin § 1, stk. 9, verður góðskrivaður í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, persónur hevur goldið av eftirlønargjaldinum uttanlands.” 16. § 12, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Tað er frádráttarrættur ávikavist burtursíggingarrættur í skattskyldugu inntøkuni fyri inngjøld eftir hesi løgtingslóg til eftirlønarsamansparing og til persónstryggingar. Sami skattligi frádráttarrættur er fyri sjálvboðið inngjald sbrt. § 2, stk. 3, og fyri inngjald sbrt. § 1, stk. 6 og § 17, stk. 1 og 5.” 17. Í § 15 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Eftirlønargjald sbrt. § 2, stk 1 og § 2, stk. 5, ið er minni enn 30 krónur, verður ikki álagt at rinda.” 18. § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. TAKS hevur heimild at áleggja bøtur. Verður ásetingin í § 6 ikki fylgd, kunnu dagbøtur á 20.000 kr. verða álagdar fyri hvønn dag, ið fer út um fyrsta gerandisdag eftir 20. januar. Stk. 2. Heldur eftirlønarveitari ikki ásetingarnar í § 2, stk. 8, § 7, § 8 og § 9, stk. 2, sendir TAKS í fyrsta lagi eina ávaring. Um brotið ikki verður rættað, kann TAKS áleggja dagbót á 20.000 krónur, til viðurskiftini eru komin í rættlag. Stk. 3. Um brot á hesa løgtingslóg áhaldandi ikki verður rættað, kann eftirlønarupphæddin verða flutt til annan eftirlønarveitara at umsita uttan kostnað fyri eftirlønarsamanspararan. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.” 19. Aftaná § 16 verður í kapitli 6 sett: “Ásetingar viðvíkjandi depotkontu

§ 16 a Hevur eftirlønarsamansparari, ið hevur B-inntøku ikki stovnað eftirlønarsáttmála og…

Hevur eftirlønarsamansparari, ið hevur B-inntøku ikki stovnað eftirlønarsáttmála og eftirlønarkontu, verður eftirlønarsamansparing sett inn á depotkonto hjá TAKS. Stk. 2. Tá persónur, sum hevur upphædd standandi á depotkontu, hevur stovnað sær eina eftirlønarkontu, skal hann boða TAKS frá hesum, og upphæddin verður síðani flutt á eftirlønarkontu. Stk. 3. Upphædd á depotkontu fær onga rentu tilskrivaða. Stk. 4. Um persónur doyr og hevur eftirløn á depotkontu, verður eftirlønarupphæddin viðgjørd sbrt. ásetingunum í § 11.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 20. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 44/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙