Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2005 Nr. 152

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3. Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð. Stk. 3. Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð. 2) Í § 6 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2, verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2006

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2006. Stk. 2. Ásetingin í § 6, stk. 4 verður galdandi frá 1. januar 2006, tó við tilvísing til ásetingina í § 17, stk. 2 í lóg um almenna forsorg viðvíkjandi børnum við serligum tørvi, ið hava ella fáa ansing í kommunalari ansingarskipan, inntil 31. mars 2006. Peningurin, ið Almannastovan leggur út fyri kommunurnar í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. mars 2006, verður afturhildin umvegis Føroya Gjaldstovu. Tórshavn, 20. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 44/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙