Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2016 Nr. 151

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

(Umlegging av vektgjaldi til umhvørvisgjald av motorakførum o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a.” 2. Í § 2, stk. 1 verður aftan á “Vektgjald” sett: “ella umhvørvisgjald”. 3. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, eru undantikin árligum gjaldi fram til 31. desember 2020.” 4. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri motorakfør skrásett til og við 31. desember 2016 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1. Fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2017 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2.” 5. Í § 4, stk. 2, 1. pkt. verður “Vektgjald og útjavningargjald” broytt til: “Vektgjald, útjavningargjald og umhvørvisgjald”. 6. Í § 4 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Akfør, ið hava verið skrásett í føroysku akfarsskránni fyri 1. januar 2017, rinda árligt gjald sambært gjaldsskrá í skjali 1, um tey verða endurskrásett eftir 1. januar 2017.” 7. Í § 11 verður “vektgjaldi og útjavningargjaldi” broytt til: “vektgjaldi, útjavningargjaldi og umhvørvisgjaldi” 8. Skjal 1 til hesa lóg verður sett sum skjal 2 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 23. desember 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 27/2016 Skjal 1 “Skjal 2 Árligt umhvørvisgjald verður roknað sambært hesi gjaldsskrá: Motorakfør upp til 3.500 kg totalvekt Kr. -CO2-útlát 0 g/km 1.500 Bensindrivin akfør við euronormi 6 og hægri: -CO2-útlát 1-100 g/km 2.000 -CO2-útlát 101-110 g/km 2.500 -CO2-útlát 111-120 g/km 3.000 -CO2-útlát 121-130 g/km 3.500 -CO2-útlát 131-140 g/km 4.000 -CO2-útlát 141-150 g/km 4.500 -CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst 5.000 Diesel ella onnur drívmegi við euronormi 6 og hægri: -CO2-útlát 1-100 g/km 4.000 -CO2-útlát 101-110 g/km 4.500 -CO2-útlát 111-120 g/km 5.000 -CO2-útlát 121-130 g/km 5.500 -CO2-útlát 131-140 g/km 6.000 -CO2-útlát 141-150 g/km 6.500 -CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst 7.000 Eykagjald fyri euronorm 1-5 ella um euronormurin ikki er upplýstur 2.000 Motorakfør úr 3.500 kg totalvekt Kr. Motorakfør við euronormi 6 og hægri: upp í 7.000 kg totalvekt 7.000 7.001-10.000 kg totalvekt 9.500 úr 10.001 kg 13.000 Eykagjald fyri euronorm 1-5 ella um euronormurin ikki er upplýstur 6.000 Legu- og viðfestivognar Kr. upp í 3.500 kg totalvekt 650 úr 3.501 kg totalvekt 3.000 Motorsúkklur Kr. El-drivnar motorsúkklur 1.400 Motorsúkklur við aðrari drívmegi enn el 1.600 “

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙