Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. desember 2015 Nr. 151
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(Hækking av vektgjaldi á akfør, tó lækking av vektgjaldi á el drivnar bilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 175 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Akfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, rinda ikki útjavningargjald.” 2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Árligt gjald verður rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1.” 3. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m. 4. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 23. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 31/2015 Skjal 1 Vektgjald verður avroknað sambært hesi gjaldsskrá: A. Persónvognar, tó ikki bussar og hýruvognar Vektgjald Útjavning kr./árliga kr./árliga upp í 600 kg. eginvekt 1.720 0 601-800 kg. eginvekt 2.015 1.025 801-1100 kg. eginvekt 2.300 1.135 1101-1300 kg. eginvekt 2.720 1.345 1301-1500 kg. eginvekt 3.300 1.620 1501-2000 kg. eginvekt 4.250 1.925 úr 2000 kg. eginvekt 4.600 2.465 B. Hýruvognar Vektgjald Útjavning kr./árliga kr./árliga upp í 800 kg. eginvekt 1.540 1.500 801-1100 kg. eginvekt 1.775 1.665 1101-1300 kg. eginvekt 2.060 2.005 1301-1500 kg. eginvekt 2.435 2.475 úr 1500 kg. eginvekt 3.005 3.170 C. Motorsúkklur Vektgjald Útjavning kr./árliga kr./árliga 1.420 165 D. Bussar Vektgjald Útjavning kr./árliga kr./árliga upp í 2000 kg. eginvekt 1.815 2.325 2001-4000 kg. eginvekt 2.005 3.740 úr 4000 kg. eginvekt 2.715 5.150 E. Vøru- og lastvognar, traktorar o.l Vektgjald Útjavning Legu/ viðfestivognar kr./árliga kr./árliga kr./árliga upp í 1500 kg. totalvekt 1.540 3.380 465 1501-2000 kg. totalvekt 1.630 3.380 540 2001-2500 kg. totalvekt 1.730 3.565 575 2501-3000 kg. totalvekt 1.815 3.740 675 3001-3500 kg. totalvekt 1.915 4.095 815 3501-6000 kg. totalvekt 2.015 4.800 1.125 6001-8000 kg. totalvekt 2.475 5.515 1.400 8001-9000 kg. totalvekt 2.720 6.215 1.685 9001-10000 kg. totalvekt 2.950 6.930 1.830 10001-11000 kg. totalvekt 3.190 7.635 2.445 11001-12000 kg. totalvekt 3.425 8.340 2.630 úr 12000 kg. totalvekt 3.655 9.045 2.820
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.