Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2012 Nr. 151

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

(Dagpeningalógin)

(Rætturin til dagpening)

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum m.a. broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 2, § 9, stk. 6, § 10, stk. 3, § 16, 3. pkt., § 19a, stk. 1 og 2, § 20, stk. 2 og 3, § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, § 23a, stk. 1, 2 og 3, § 24, stk. 1 og § 27 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 2) Í § 7, stk. 3, § 10, stk. 1, 2, 3 og 4, § 19a, stk. 2, § 23, stk. 2, § 25, stk. 1, § 26, stk. 1 og tvær staðni í § 29, stk. 1 og í § 29, stk. 2 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 3) Í § 2, stk. 4 verður eftir “§ 12, stk. 2” sett: “og 3”. 4) Í § 4, 2. pkt. verður eftir “tillutað” og áðrenn “fólkapensjón” sett: “hægstu fyritíðarpensjón,”. 5) Í § 7, stk. 1 verður “5” broytt til: “13” og “20” broytt til: “120”. 6) Í § 7 verður stk. 3 strikað, og stk. 4 verður eftir hetta stk. 3. 7) Í § 9, stk. 2 verða orðini “íroknað viðbøtur og” strikað. 8) Í § 12 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3 Fyri lægstu og miðal fyritíðarpensjónistar verður dagpeningur í mesta lagi veittur í 20 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði. Fyri miðal fyritíðarpensjónistar vegna einkjustøðu sbrt. almannapensjónslógini verður dagpeningur tó veittur sbr. stk. 1.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4. 9) Í § 12, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “ásetingina í stk. 2,” broytt til: “ásetingarnar í stk. 2 og 3,”. 10) Í § 13, stk. 1 og stk. 2 verður “ § 12, stk. 2,” broytt til: “§ 12, stk. 2 og 3,”. 11) Í § 27 verður “Almannastovunnar” broytt til: “Almannaverksins”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.

§ 3 Fyritíðarpensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá henda lógin kemur í gildi,…

Fyritíðarpensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá henda lógin kemur í gildi, varðveitir rætt sín til dagpening restina av samanhangandi sjúkratíðarskeiðnum, tó í mesta lagi 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 31/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙