Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2005 Nr. 151
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om…
Í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg”, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 11. november 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 16, stk. 4 verður: “Landsstyrets Socialforvaltning (Almannastovan)” broytt til: “Landsstýrismaðurin” 2) § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2 Almannastovan kann játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi, orsakað av sálarligum ella likamligum breki.” 3) Aftaná § 32 b verður sett: “§ 32 c. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn verður stovnsett til børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku. Stk. 2. Almannastovan umsitur Stuðulsfólkaskipanina fyri børn. Stk. 3 . Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um: 1) hvussu skipanin skal virka, og hvør kann nýta skipanina 2) hvørji stuðulstiltøk eru fevnd av skipanini.” 4) Aftaná § 32 c verður sett: “§ 32 d. Tá ið ivamál er, um barn er fevnt av § 5 í dagstovnalógini, ella um Almannastovan skal veita barni tilboð sambært hesi lóg, tekur Almannastovan avgerð eftir tilmæli frá óheftari nevnd, mannað við 3 serfrøðingum. Stk. 2. Áðrenn nevndin ger tilmæli, skulu foreldur ella verji hjá barninum hoyrast. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvør skal manna nevndina og um virksemi hjá nevndini.” 5) § 33, stk. 5 verður í 1. pkt. eftir “og afgørelser truffet af landsstyrets Socialforvaltning” sett: “og Heimarøktini og Serforsorgini”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Stk. 2. § 1, nr. 2 fer úr gildi 1. august 2006. Tórshavn, 20. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 45/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.