Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2012 Nr. 150
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 6. oktober 2011 og nr. 159 frá 16. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 11, stk. 3, § 12a, § 21, stk. 3, § 21a, stk. 3, § 22, stk. 3, tvær staðni í § 25, stk. 1, § 25, stk. 2, § 25, stk. 3, tvær staðni í § 25, stk. 4, tvær staðni í § 25, stk. 5, § 25, stk. 6, § 25, stk. 7, § 25, stk. 8, § 25, stk. 9, § 25, stk. 12, § 30, stk. 5, § 30, stk. 6, § 31 og fýra staðni í § 35 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 2) Í § 21, stk. 5 verður “Toll & Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 3) Í § 22, stk. 1, § 25, stk. 9, § 25, stk. 10, § 30, stk. 3, § 34, stk. 2 og § 39, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 4) § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Pensjón verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er játtað, tó í seinasta lagi frá 1. í fjórða mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin. Stk. 2. Um umsøkjarin hevur fingið aðra almannaveiting, meðan málið er viðgjørt, verður pensjón kortini ikki veitt fyrr enn frá 1. í mánaðinum eftir, at veitingin er steðgað.” 5) § 33, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tá umsókn um fyritíðarpensjón er latin Almannaverkinum, og mett verður sannlíkt, at pensjón verður játtað, kann fyritíðarpensjón útgjaldast sum forskot, sbr. § 32, stk. 1.” 6) Í § 35 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013 og hevur virknað fyri øll mál, sum byrja aftan á…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013 og hevur virknað fyri øll mál, sum byrja aftan á henda dag. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 21/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.