Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2005 Nr. 150

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í heitinum verður “almannamálum” broytt til “almanna- og heilsumálum” 2) § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Við heimild í 1) lov om offentlig forsorg, sbrt. § 33, stk. 6, 2) løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sbrt. § 6, stk. 4, 3) løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sbrt. § 16, og 4) løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sbrt. § 10, stk. 3, verður heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki lagdur til kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum sambært teimum í nr. 1-4 nevndu lógum. Stk. 2. Haraftrat viðgerð kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært: 1) lóg um dagpening vegna sjúku v.m., sbrt. § 25, stk. 1 2) løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sbrt. § 39, 3) løgtingslóg um barnavernd, sbrt. § 65, stk. 1, 4) løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sbrt. § 2, stk. 2, 5) løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., sbrt. § 11, stk. 1, 6) løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni, sbrt. § 4, 7) løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sbrt. § 20, 8) løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar, sbrt. § 5, stk. 2, og 9) løgtingslóg um ættleiðingarstuðul, sbrt. § 6. Stk. 3. Freistin at kæra er 4 vikur at rokna frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er úti. Stk.4. Avgerðin hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum er endalig innan fyrisitingina.” 3) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fólk, sum starvast við sjúklingaviðgerð ella líknandi innan sjúkrahúsverkið, og fólk, sum starvast við málsviðgerð ella líknandi í almennum starvi innan sosiala økið, kunnu ikki veljast sum limir í kærunevndina.” 4) Í § 7 verður “almanna- málum” broytt til: “almanna- og heilsumálum”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1.…

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virkna frá 1. januar 2006. Stk. 2. Avgerðir, tiknar frá og við 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar av kærunevndini sambært reglunum í hesi lóg. Stk. 3. Avgerðir, tiknar áðrenn 1. januar 2006, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum. Tórshavn, 20. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 42/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙