Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. desember 2018 Nr. 150
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald
(Stuðul til persónar, sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, sum broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desember 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rætt til stuðul eftir hesi løgtingslóg, hevur persónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald í Føroyum.” 2. Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin annaðhvørt er í hjúnabandi ella hevur verið í føstum samlívi eitt longri tíðarskeið.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 10. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 48/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.