Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mars 2006 Nr. 15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður: ”umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingum” strikað. 2) Í § 23 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Avgerð, ið tikin er av yrkisnevnd, sbrt. ásetingunum í hesi lóg, kann kærast til kærunevnd. Avgerð tikin av kærunevnd er endalig innan fyrisitingina. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kærunevndir.” 4) § 26, stk. 2 verður strikað. 5) Í § 36, stk. 1 verður aftaná nr. 2, sum nýtt nummar sett: “3) ikki stendur eitt skúlaskeið og skal taka skúlaskeið ella part av hesum umaftur.” Nr. 3) og 4) verða hereftir 4) og 5).
§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Tórshavn, 16. mars 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jógvan á Lakjuni (sign.) Lm. nr. 50/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.