Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. februar 2001 Nr. 15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni…
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni broytingum, verður § 7, stk. 1, 3. pkt., orðað soleiðis: “Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001. Tórshavn, 16. februar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.