Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2012 Nr. 149

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 3 og § 5, stk. 2 og 3 verður “Landstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 2) Í § 4, stk. 1 verður “Arbeiðamarknaðareftirløn” broytt til: “Arbeiðsmarknaðareftirløn”. 3) § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “At sita fyri eftirlønargrunninum verður stýri valt. Hetta hevur 3 limir. Limirnir verða valdir av landsstýrismanninum við navni soleiðis: Ein umboðandi arbeiðsgevarar, ein umboðandi løntakarar og stýrisformaðurin í Gjaldstovuráðnum, sum eisini er formaður í stýrinum fyri eftirlønargrunnin.” 4) Í § 6, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 5) Í § 7, 1. pkt. verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismannin”. 6) Í § 7, 2. pkt. verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 7) Í § 8, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 8) Í § 8, stk 2 og í § 9 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 9) Í § 9 a, 2. pkt. verður “Gunnurin” broytt til: “Grunnurin”, “Almannastovuni” verður broytt til: “Almannaverkinum” og 2 ferð verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”. 10) Í § 10 a verður “í arbeiðsmarknaðarmálum” strikað

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2013

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2013. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙