Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2005 Nr. 149

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 27 apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 3, litra g verður orðað soleiðis: “g. Postflutningur, sum er fevndur av løgtingslóg um postvirksemi § 3, stk. 4 og § 4, stk. 2, nr. 1 og 5. ” 2) § 2, stk. 3, litra j verður orðað soleiðis: “j. Banka-, sparikassa-, postgiro- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið, umframt útleigan av bankaboksum. 3) Í § 2, stk. 3, verður sum litra p sett: “p. Endurnýtsluhandil, har avlopið óskert verður nýtt til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnlig endamál. Tað er ein fyritreyt, at handilin bert fevnir um brúktar vørur, sum fingnar eru ókeypis. Tað er somuleiðis ein fyritreyt, at tað bert starvast sjálvboðin og ólønt arbeiðsmegi við handlinum.” 4) Í § 4, stk. 1 verður “20.000 kr.” broytt til: “30.000 kr.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 20. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 30/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙