Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. desember 2019 Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019
(Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,…
Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019, sum broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020” 2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019 og 2020, tó undantikið kvotu, sum er keypt á uppboðssølu.” 3. Í § 1, stk. 2, nr. 2 verður “0,75 kr.” broytt til: “0,50 kr.” 4. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Veiðigjaldið, sambært § 1, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um sjófeingi.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Í Tinganesi, 13. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 17/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.