Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. desember 2001 Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 3…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 3 frá 25. januar 2001, verður aftaná § 12 sett: “§ 12 a. Almannastovan kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. december 2002
Henda lóg kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. december 2002. Tórshavn, 17. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.