Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. desember 2001 Nr. 147
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 14 verður stk. 3 strikað. 2) Í § 15, stk. 1, verður 3. punktum orðað soleiðis: “Í hesi starvsskipan skal m.a. verða álagt kommununum at rinda skattakærunevndunum samsýning og veita teimum neyðuga skristovuhjálp og hóskandi hølisviðurskifti.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002. Tórshavn, 17.desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.