Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2012 Nr. 146

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

(Serskipan tá arbeiðsgevari og eftirlønarveitari eru útlendskir)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 29. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 6 B verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Av eftirlønarinngjaldi, inngoldið eftir 31. desember 2012, til útlendskan eftirlønarveitara av inntøku, vunnin uttanlands fyri ein arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, umframt av muninum millum saldu á kapitaleftirlønarkontu 31. desember 2012 og saldu útgjaldsdagin, verður rindað avgjald á 45 prosent, tá kapitalútgjald fer fram. Er kapitaleftirlønarsaldan útgjaldsdagin tann sama ella lægri enn saldan pr. 31. desember 2012, verður rindað avgjald á 35 prosent. Kann eftirlønarveitari vátta, at onki er inngoldið eftir 31. desember 2012, verður avgjaldið 35 prosent av salduni útgjaldsdagin.” 2) Í § 11 a. verða sum stk. 5, 6 og 7 sett: "Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri eftirløn, sum er innvunnin fyri arbeiði uttanlands í starvi hjá arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands og goldin til útlendskan eftirlønarveitara. Stk. 6. Tað verður álagt eftirlønarsaman-sparara, ið rindar til eftirløn sambært stk. 5, at senda TAKS eftirlønaruppgerð fyri árið 2012. Er uppgerð ikki latin TAKS í seinasta lagi 1. oktober 2013, kann sekt á 5.000 kr. áleggjast. Er eftirlønaruppgerð ikki latin TAKS, tá eftirlønarkapitalútgjald fer fram, ger TAKS eina meting av avgjaldsupphæddini, ið skal rindast sambært § 6 B, stk. 6. Stk. 7. Hóast undantikin sambært stk. 5, kann persónur sjálvboðin koma undir ásetingarnar í stk. 1-4, treytað av at eftirlønin verður flutt umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, og at greiður skilnaður er millum óskattað og skattað eftirlønarinngjøld.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi framløgudagin, og hevur virknað frá 1. juli 2012

Henda løgtingslóg kemur í gildi framløgudagin, og hevur virknað frá 1. juli 2012. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 52/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙