Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. desember 2019 Nr. 146
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 21. desember 2018, verður í § 33, stk. 1 sum nr. 19 sett: “19) upp til kr. 50.000 árliga av skattskyldugari inntøku hjá lærlingum. Sum lærlingur er at meta persónur, ið er fevndur av einum galdandi lærusáttmála. Talan skal vera um lærusáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum, ella um lærusáttmála, har úbúgvingin er skipað og lønt sambært sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevara á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Persónur, ið er í starvsvenjing sum partur av útbúgving síni, er ikki at meta sum lærlingur. Fevnir lærutíðin einans um ein part av inntøkuárinum, verður frádrátturin fyri inntøkuárið veittur lutfalsliga, har dagatalið sum lærlingur verður sett í mun til dagatalið í árinum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri umsókn, váttan, tíðarfreistir og annað, og í hesum sambandi eisini reglur um, at neyðugar upplýsingar og skjøl skulu latast umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Í Tinganesi, 13. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 12/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.