Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2024 Nr. 145
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Eyka skatt á alifeløg)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109…
Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024, verður aftan á § 30 b sett: “§ 30 c. Inntøku frá vinnuligari alivinnu í Føroyum verður álagdur ein eyka skattur á 12% av skattskyldugari inntøku frá aling av fiski á sjónum. Stk. 2. Til skattskyldugu inntøkuna sambært stk. 1 telist ikki inntøka frá m.ø.: 1) framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og alifóðri, 2) smoltframleiðslu, 3) tøku, 4) tænastuskipum til aling, 5) kryvjing, og 6) virðisøking í framleiðsluni. Stk. 3. Alifelag, sum hevur virksemi fevnt av hesi grein, skal geva upp skattskyldugu inntøkuna, sum eyka skattur skal gjaldast av, á sjálvuppgávu eftir vanligu reglunum í hesi løgtingslóg og skal gera serstaka uppgerð fyri skattskylduga inntøku, sum eyka skattur skal gjaldast av. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um serstøku uppgerðina, sum feløgini skulu lata inn. Stk. 5. Eyka skatturin verður rindaður eins og partafelagsskatturin sambært § 81. Stk. 6. Eyka skatturin fellur til landið.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025. Stk. 2. Eykaskattur skal ikki rindast av virðinum á aligoymslu í sjónum gjørt upp til kostprís pr. 31. desember 2024. Tá aligoymsla í sjónum verður inntøkuførd, og sum frádráttur áður er fingin fyri, skal tann partur av aligoymsluni, sum frádráttur seinast er fingin fyri, inntøkuførast fyrst (LIFO-prinsippið). Í Tinganesi, 20. desember 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 29/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.