Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2019 Nr. 145

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

(Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, 2. pkt. verður “– grundupphædd – fødd aftaná 31. desember 1952,” strikað. 2. Í § 3, nr. 1, 2. rað um grundupphædd til fólkapensjón – støk, verður “2016” broytt til: “2020” og “43.068,00” broytt til: “46.548,00”. 3. Í § 3, nr. 1, 3. rað um grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør, verður “2016” broytt til: “2020” og “32.796,00” broytt til: “36.276,00”. 4. Í § 3, nr. 1, 2. rað um grundupphædd til fólkapensjón – støk, verður “2020” broytt til: “2021” og “46.548,00” broytt til: 50.028,00”. 5. Í § 3, nr. 1, 3. rað um grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør, verður “2020” broytt til: “2021” og “36.276,00” broytt til: “39.756,00”. 6. § 3, nr. 1, 20. rað verður orðað soleiðis: “ Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 2020 45.000,00 ” 7. § 3, nr. 1, 21. rað verður strikað.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri…

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020. Stk. 2. Tó koma § 1, nr. 4 og 5 í gildi 1. desember 2020 og hava virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2021. Í Tinganesi, 13. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 11/2019

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙