Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2024 Nr. 144

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

(Broyttir stuðulssatsir og broyttar reglur fyri umsóknir og útgjald)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001, løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006, løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, løgtingslóg nr. 125 frá 22.desember 2008, løgtingslóg nr. 121 frá 22. desember 2010, løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2015, og løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1, nr. 4 verður “20 kilometrar” broytt til: “30 km” og í § 2, stk. 1, 1. pkt. verður “20 km” broytt til: “30 km” 2. Í § 1, stk. 2 og § 2, stk. 1, 1. pkt. verður “, loftvegis” strikað. 3. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað: 1) 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 13,50, 2) 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 20,50, 3) 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 27,00, 4) 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 32,50, 5) 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 38,00, 6) 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 43,50, 7) 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 49,00, 8) 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 54,50, 9) 212 km og longri, er stuðulin kr. 60,00.” 4. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Stuðulin til ferðing sjóvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar er: 1) fyri sjóvegis ferðing, suðuroyarleiðin undantikin, kr. 7,45 pr. túr, 2) fyri sjóvegis ferðing við suðuroyarleiðini kr. 15,90 pr. túr, 3) fyri ferðing gjøgnum Vága- ella Norðoyartunnilin kr. 7,45 pr. túr, 4) fyri ferðing gjøgnum aðrar undirsjóvartunlar kr. 8,45 pr. túr.” 5. § 3, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2. 6. § 4, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Søkjast kann um ferðastuðul eftir, at árið, sum søkt verður um, er farið. Søkjast kann bert um ferðastuðul fyri árið fyri. Stk. 3. Søkt verður talgilt, sum ávíst á heimasíðuni hjá TAKS.” Stk. 3 verður eftir hetta stk 4.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025. Í Tinganesi, 20. desember 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 13/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙