Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2012 Nr. 144

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

(Hámarksupphæddir í 2013)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 29. desember 2011, verður § 11 c. orðað soleiðis: “§ 11 c. Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/ kapitaleftirlønarsamansparing verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 25.000 kr. brutto. Stk. 2. Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi til lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 100.000 kr. brutto.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 64/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙