Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. desember 2023 Nr. 144

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)

(Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru og aðrar broytingar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 20, stk. 3 og 4 verða strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 3. Familjufyrisitingin kann eftir umbøn taka avgerð um vavið og útinnan av samveru og kann áseta neyðugar treytir í tí sambandi, undir hesum um at varðveita passið hjá barninum og at tryggja, at samveruforeldrið ikki er ávirkað av alkoholi ella øðrum dusandi evnum, meðan samvera er. Stk. 4. Bæði samveruforeldrið og bústaðarforeldrið kunnu søkja um at fáa samveru ásetta. Familjufyrisitingin kann tó bara áseta samveru, um samveruforeldrið vil hava samveru. Stk. 5. Familjufyrisitingin kann nokta at áseta samveru ella seta eina avtalu ella avgerð um samveru úr gildi.” 2. § 21 verður orðað soleiðis: “§ 21. Ásett ella avtalað samvera dettur bara burtur, tá ið foreldrini hava avtalað tað, ella tá ið Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um tað sbrt. §§ 20 og 22 ella tá ið rætturin hevur tikið avgerð um tað sbrt. § 593 í Retsplejelov for Færøerne.” 3. § 23 verður orðað soleiðis: “§ 23. Er barnið ættleitt, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn áseta samveru ella annað samband við uppruna skyldfólk, serliga um barnið undan ættleiðingini hevði samveru ella annað samband við viðkomandi, ið søkir um at fáa samveru ásetta.” 4. Yvirskriftin yvir § 29 verður orðað soleiðis: “Ferðing í sambandi við samveru” 5. § 29 verður orðað soleiðis: “§ 29. Foreldrini hava felags ábyrgd av at leggja ferðing í sambandi við samveru til rættis. Stk. 2. Familjufyrisitingin kann í heilt serligum førum og eftir umbøn taka avgerð um, hvussu ábyrgdin av ferðingini í sambandi við samveru skal býtast millum foreldrini. Stk. 3. Verður samvera ásett við onnur enn foreldur, hevur viðkomandi ábyrgd av ferðingini í hesum sambandi.” 6. § 32, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, og mál um foreldramyndugleika er lagt fyri rættin, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal búgva.” 7. Sum yvirskrift yvir § 39 verður sett: “Sjónarmiðini hjá barninum” 8. Sum yvirskrift yvir § 42 verður sett: “Váttan” 9. Sum yvirskrift yvir § 43 verður sett: “Fíggjarligar upplýsingar” 10. Sum yvirskrift yvir § 44 verður sett: “Broyting og avvísan av umbøn um broyting” 11. § 45, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Foreldur, ið eru partur í einum máli um bústaðin hjá barninum sbrt. § 18 og um samveru sbrt. §§ 20 og 21, hava rætt til ókeypis advokatumboðan.” 12. Í § 47, nr. 5 verður “ferðaútreiðslur” broytt til: “ferðing”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 15. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 33/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙