Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. desember 2019 Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Lækking av mótrokning)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 18, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3. 2. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20.” 3. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Grundupphæddin til fólkapensjón verður lækkað við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20 hjá persóni, ið er føddur aftaná 31. desember 1952. Lækking av viðbót verður gjørd í framhaldi av lækkingini av grundupphæddini við 25%.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020. Í Tinganesi, 13. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 10/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.