Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. desember 2023 Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin)
(Um kynsliga avnoyðslu og lokking)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 215 frá 24. juni 1939 um revsing (Revsilógin), sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 215 frá 24. juni 1939 um revsing (Revsilógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 6. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 94, stk. 4 verður “ella á § 232” broytt til: “ella á §§ 229 og 232” 2. § 225 verður orðað soleiðis: “§ 225. Ásetingarnar í §§ 216-224 eru eisini galdandi fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. Ásetingarnar eru somuleiðis galdandi, tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.” 3. Í § 228 verður “ella § 227, stk. 1” broytt til: “, § 227, stk. 1 ella § 229”. 4. Aftan á § 228, men áðrenn yvirskriftina yvir § 232, verður sett: “§ 229. Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 15. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 45/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.