Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2012 Nr. 142

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 12, stk. 1, nr. 3 verður “75%” broytt til: “85%”. 2) Í § 12, stk. 1, nr. 4 verður “50%” broytt til: “60%”. 3) § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Um persónur vegna djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella vegna kropsligt brek má hava bústað av ávísum slagi og harvið hægri bústaðarútreiðslur, kann eitt bústaðarískoyti latast til hesar útreiðslur umframt veitingina sambært stk. 1. Persónur, sum fær veiting eftir § 18, stk. 1 í forsorgarlógini, tá henda lóg kemur í gildi, og er bundin av høgum bústaðarútreiðslum, kann fáa ískoytisupphædd umframt veiting sambært stk. 1 í førum, har tað verður mett neyðugt.” 4) Í § 12 verður aftaná stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um veitan av ískoytisupphædd sambært stk. 3 og 4.” Stk. 5–9 verða hereftir stk. 6–10. 5) Í § 12, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “stk. 5” broytt til: “stk. 6”. 6) Í § 12, stk. 9, sum verður stk. 10, verður “stk. 8” broytt til: “stk. 9”. 7) Í § 37 verða sum stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Tey, sum hava fingið játtað endurbúgving, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, fáa hóast ásetingarnar í § 13, stk. 2 stuðulsveiting restina av játtanartíðarskeiðnum. Veitingin verður veitt eftir reglunum í § 12. Stk. 4. Sáttmálar við arbeiðsgevarar um læru- og arbeiðsuppvenjing, sum eru gjørdir eftir § 18 í forsorgarlógini, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, halda áfram við óbroyttum treytum restina av sáttmálatíðarskeiðnum.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Stk. 2. Í § 1, nr. 3 verður § 12, stk. 4, 2. pkt. sett úr gildi 1. juli 2013. Tórshavn, 20. desember 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 68/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙