Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2013 Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 1, § 12, stk. 3, § 15, stk. 1, § 18, § 23, stk. 2, § 24, stk. 4, § 25, stk. 5, § 28, stk. 1 og 2, § 29, stk. 1 og 2, tvær staðni í § 30, stk. 2, § 30, stk. 4, § 31, stk. 1, 2, 3 og 4, § 32, stk. 2 og § 35 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 2. Í § 14, stk. 2 og § 15, stk. 1 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”. 3. Í § 22, stk. 5 verður orðið “fyriskipanini” strikað. 4. § 23, stk. 4 verður strikað. Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 4 og 5. 5. Í § 26, stk. 3, § 30, stk. 3 og § 32, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 6. Í § 30, stk. 3 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkinum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.