Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. desember 2005 Nr. 142

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, við seinni broytingum, verður…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis: Er inntøkan minni enn kr. 26.000,- verður latið 0%. Er inntøkan kr. men minni enn kr. verður latið kr. av og av restini % 26.000 70.000 0 26.000 7,0% 70.000 120.000 3.080 70.000 18,0% 120.000 205.000 12.080 120.000 22,0% 205.000 30.780 205.000 34,0%”

§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: “§ 46, stk. 1 verður orðað soleiðis: Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2006 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-26.000 kr.”

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 15. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 36/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙