Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2015 Nr. 141
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 1994, løgtingslóg nr. 97 frá 29. desember 1998, løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 132 frá 9. desember 2005, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008, løgtingslóg nr. 46 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2012 og løgtingslóg nr. 108 frá 19. november 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.47 og 2710.19.48 fýringsolja, 2710.19.43 og 2710.19.46 autodieselolja.” 2. Í § 1, stk. 1 verður 4. pkt. orðað soleiðis: “Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.64 og 2710.19.68 brenniolja.” 3. Í § 2, stk. 4, verður nr. 6 orðað soleiðis: “Framflutningsvirki hava rætt til at fáa endurútgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunummrunum: 2710.19.47, 2710.19.48 fýringsolja, og 2710.19.43, 2710.19.46 autodieselolja.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 18. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 43/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.