Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. desember 2005 Nr. 141
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar: Í § 5, stk. 2 og 3 verður “20%” broytt til “18%”.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001um skatting av kapitalvinningi, sum seinast er broytt…
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001um skatting av kapitalvinningi, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, verða gjørdar hesar broytingar: Í §§ 9, stk. 2, 14, stk. 2 og15, stk. 1 verður “20%” broytt til “18%”.
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2006 og frameftir. Tórshavn, 15. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 35/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.