Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 2010 Nr. 137

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 2. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í fylgiskjali 1 í Kap. 27 verða sum nýggj vørunummur sett: 2710.19.62, 0,50 kr. pr. ltr., Autodiesel av tungari gassolju 2710.19.70, 0,10 kr. pr. ltr., Brennioljur 2) Í fylgiskjali 1 í Kap. 27 verða avgjøldini á vørunumrunum: 2710.11.22 á Motorbensin, við blý innihaldi ikki yvir 0,013 g pr. ltr. broytt frá “2,30 kr. pr. ltr.” til “2,40 kr. pr. ltr.”, 2710.11.23 á Motorbensin, við blý innihaldi yvir 0,013 g pr. ltr. broytt frá “3,50 kr. pr. ltr.” til “3,60 kr. pr. ltr.”, 2710.11.30 á Olja broytt frá “0,70 kr. pr. ltr.” til “0,80 kr. pr. ltr.”, 2710.19.55 á Petroleum broytt frá “0,50 kr. pr. ltr.” til “0,60 kr. pr. ltr.” og 2710.19.59 á Miðaltung olja broytt frá “0,50 kr. pr. ltr.” til “0,60 kr. pr. ltr.”,

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011. Tórshavn, 28. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 28/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙