Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2013 Nr. 137
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 7. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður ”2013” broytt til: “2014” og “1,7%” broytt til: “0,85%”. 2. § 3 verður orðað soleiðis: ”§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, upphæddirnar til uppihaldshjálp, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: 1) Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.: Byrjunarár Kr. árliga Grundupphædd til fólkapensjón – støk 2014 50.028,00 Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør 2014 39.756,00 Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk 2014 72.360,00 Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør 2014 57.492,00 Viðbót til fólkapensjón – støk 2014 39.252,00 Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 2014 30.372,00 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 2014 71.928,00 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 2014 64.944,00 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 2014 23.340,00 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 2014 20.280,00 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 2014 22.032,00 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 2014 17.688,00 Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar 2014 34.080,00 Hjálparviðbót 2014 36.096,00 Røktarviðbót 2014 72.060,00 Avlamisviðbót/avlamisveiting 2014 33.768,00 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 2014 61.900,00 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 2014 92.900,00 2) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.: Byrjunarár Kr. árliga Upphædd 2014 7.608,00 3) Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.: Byrjunarár Kr. Barnagjald sbrt.. § 5 2014 12.996,00 (árliga) Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 2014 750,91 (eingangsupphædd) Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 2014 1.284,89 (mánaðarliga) Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 2014 12.996,00 (árliga) Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 2014 25.992,00 (árliga) Barnaískoyti sbrt. § 19a 2014 1.647,00 (um ársfj.) “
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2014. Tórshavn, 18. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 21/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.