Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. desember 2015 Nr. 137

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

(Leingjan av barsilsfarloyvi við barsilspeningi o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2 og 3 verður ”38” broytt til: ”44”. 2. Í § 1, stk. 6 verður ”og 6” strikað. 3. Í § 2, stk. 3 verður ”42” broytt til: ”48”. 4. Í § 9, stk. 1 verður ”34” broytt til: ”40” og ”38” verður broytt til: ”44”. 5. Í § 9, stk. 2 verður ”20” broytt til: ”26” og ”7 og 8” broytt til: ”6 og 7”. 6. Í § 9, stk. 3 og 4 verður ”38” broytt til: ”44”. 7. § 9, stk. 6 verður strikað. Stk. 7-9 verða eftir hetta stk. 6-8. 8. Í § 9, stk. 7 og 8, sum verða stk. 6 og 7, verður ”20” broytt til: ”26”. 9. Í § 10, stk. 1 verður ”42” broytt til: ”48”. 10. Í § 10, stk. 3 verður ”38-42” broytt til: ”44-48”. 11. Í § 19, stk. 1 og 4 verður ”0,62%” broytt til: ”0,71%”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda lóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið. Í Tinganesi, 16. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 14/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙