Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. desember 2023 Nr. 137

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum

(Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 27. februar 2023, verður § 3, stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum verða skrásettir í: 1) 2024, frá og við 1. apríl, skulu rinda 0% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 200.000, 2) 2025 skulu rinda 7,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 11,25% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000, 3) 2026 skulu rinda 15% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 22,5% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000, 4) 2027 skulu rinda 22,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000, 33,75% í virðisgjaldi av virðinum millum kr. 100.000 og kr. 200.000 og 45% í virðisgjaldi av virðinum omanfyri kr. 200.000, og 5) 2028 og fylgjandi ár 30% av avgjaldsskylduga virðinum lægri enn kr. 100.000 og 45% í virðisgjald av virðinum kr. 100.000 ella hægri.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 8. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 18/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙