Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. desember 2010 Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 1 verður sum 2. og 3. pkt. sett: “Stuðul sambært § 1, stk. 1, nr. 2 verður tó bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn, sum ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum. Fevnir umsóknin um gjald fyri fleiri ár, verður stuðulin lækkaður samsvarandi fyri hvørt árið.” 2) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stuðul verður bert veittur eftir umsókn, ið skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli fyri uppihaldspening, sum er goldin undanfarna álmanakkaár.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011.
§ 3 Umsókn um stuðul til uppihaldspening, sum er goldin framman undan gildiskomuni sambært § 2, skal…
Umsókn um stuðul til uppihaldspening, sum er goldin framman undan gildiskomuni sambært § 2, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2011. Tórshavn, 28. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 37/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.