Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2005 Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005, verður gjørd henda broyting: Í § 8, stk. 1 verður aftaná 2. pkt. sett: “Skatturin hjá teimum, ið pkt. 2 nevndu persónum, fer 100% í landskassan.”
§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005, verður gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 41, stk. 4, verður sett inn sum nýtt 3. pkt.: “Persónar við avmarkaðari skattskyldu jb. § 2, stk. 1, litra j og persónar við avmarkaðari skattskyldu undir FASskipanini, eru ikki fevndir av hesi grein.”og pkt. 3 verður hereftir pkt. 4. 2) § 83 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Afturberingin sambært § 63 a verður vegna tey, ið eru avmarkað skattskyldug, borin av landskassanum. Afturberingin sambært § 63 a verður vegna tey, ið eru fult skattskyldug, borin av landi og kommunum í sama mun sum býtið av skattinum, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83.”
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 12. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 24/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.