Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. desember 2013 Nr. 136

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ársroknskap og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í kongligari fyriskipan nr. 1355 frá 9. desember 2007 um at seta ársroknskaparlógina í gildi í…

Í kongligari fyriskipan nr. 1355 frá 9. desember 2007 um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 138, stk. 1, 3. pkt. verður “§ 155, stk. 2” broytt til: “§ 153 a, stk. 1” 2. Aftaná § 153 verður sett: “Kapittul 19 a Samskifti

§ 153 a Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Skráseting Føroya um…

Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Skráseting Føroya um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi lóg ella av reglum, givnum sambært hesi lóg, skal fara fram talgilt. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um talgilt samskifti, m.a. um at nýta ávísar kt-skipanir, serstøk talgild snið og talgilda undirskrift el.tíl. Stk. 3. Eini talgild boð verða mett at vera komin fram, tá ið tann, ið er móttakari, kann koma at boðunum.

§ 153 b Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at Skráseting Føroya kann boða frá avgerðum og geva út…

Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at Skráseting Føroya kann boða frá avgerðum og geva út onnur skjøl eftir hesi lóg ella eftir reglum, givnum sambært hesi lóg uttan undirskrift, undirskrift endurgivnari við maskinu ella endurgivnari á samsvarandi hátt ella við at nýta tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur boðað frá avgerðini ella givið út skjalið. Slíkar avgerðir og skjøl eru javnsett við avgerðir og skjøl við persónligari undirskrift. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir, ið einans eru tiknar við støði í elektroniskari dátuviðgerð, og onnur skjøl, ið einans eru givin út við støði í elektroniskari dátuviðgerð, kunnu gevast út bert við at tilskila Skráseting Føroya sum sendara.

§ 153 c Har tað eftir hesi lóg ella reglum, givnum sambært hesi lóg, er kravt, at eitt skjal, sum onnur…

Har tað eftir hesi lóg ella reglum, givnum sambært hesi lóg, er kravt, at eitt skjal, sum onnur enn Skráseting Føroya hava givið út, skal vera undirskrivað, kann hetta krav lúkast við at nýta eina tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum givið hevur út skjalið, sbr. tó stk. 2. Slík skjøl eru javnsett við skjøl við persónligari undirskrift. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um at víkja frá krøvum um undirskrift. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta, at ikki kann verða vikið frá krøvum um persónliga undirskrift í sambandi við ávís sløg av skjølum.” 3. § 155 verður orða soleiðis: “§ 155. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um innlating av ársfrásagnum, undantaksváttanum o.ø., sum verður latið inn í staðin fyri hetta, og endaligir likvidatiónroknskapir, sbr. § 139, stk. 2 umframt av partársfrásagnum fyri landspartafeløg, sbr. § 148, og fyri fyritøkur, sum hava virðisbrøv upptikin til handil á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, sbr. § 148 a.” 4. Aftaná § 155 verður sett: “§ 155 a. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um almannakunngering av ársfrásagnum, undantaksváttanum o.ø., sum verður latið inn í staðin fyri hetta, og endaligir likvidatiónroknskapir umframt av partársfrásagnum fyri landspartafeløg og fyritøkur, sum hava virðisbrøv upptikin til handil á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um atgongdina hjá roknskaparbrúkarum til skjøl, sum skrásetingin hevur almannakunngjørt. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um umgerð av ársfrásagnum og avleiðingar av hesum.” 5. Í § 163, stk. 1 verður eftir “pågældende” sett: ”, sbr. tó stk. 2 og 3”. 6. Í § 163, stk. 2 verður “dog” strikað. 7. Í § 163 verður eftir stk. 2 sum nýtt stykki sett: “Stk. 3. Avgerðir, sum Skráseting Føroya hevur tikið sambært ásetingum, givnar við heimild í § 153 a, kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 103, stk. 1 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Øll tey, ið hava skyldu at føra bókhald, eins og deyðsbúgv, feløg, felagsskapir, stovnar v.m. skulu lata fylgja við sjálvuppgávuni rakstrarroknskap og fíggjarstøðu í byrjan og enda rakstrarársins, sum nærri ásett í § 103 a.” 2. Aftaná § 103 verður sett: “§ 103 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 103, skulu fráboðast talgilt, og at dátuflutningur ímillum Hagstovu Føroya og TAKS skal fara fram talgilt. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um talgilda fráboðan og um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serliga við atliti at talgildum sniði og talgildari undirskrift.”

§ 3 Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014

Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 11. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 46/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙