Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. desember 2023 Nr. 136
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65…
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og løgtingslóg nr. 29 frá 30. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 33, stk. 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Endurgjaldið er 60% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg, um miðal arbeiðsloysið seinastu seks mánaðirnar, innan lærusáttmálin verður undirskrivaður, hevur verið 3,5% ella lægri, og 90% um miðal arbeiðsloysið seinastu seks mánaðirnar, innan lærusáttmálin verður undirskrivaður, hevur verið omanfyri 3,5%.” 2. Í § 33 verður aftan á stk. 4 sum nýggj stk. sett: “Stk. 5. Endurgjaldið verður ásett fyri hvønn einstakan lærusáttmála, tá ið lærusáttmálin verður undirskrivaður og verður síðan støðugt alt sáttmálaskeiðið.” Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 6 og 7.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 8. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 27/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.