Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. desember 2010 Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 4. februar 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 1, nr. 2, § 6, stk. 4, § 8, stk. 2, § 18, stk. 2, § 22, stk. 2, 3 og 4 og § 24, stk. 1 verður orðið ”Stuðulsstovninum” broytt til ”Studna”. 2) Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður upphæddin "kr. 2.124" broytt til "kr. 1.737". 3) Aftaná § 8 kemur sum nýggj § 8 a: “§ 8 a. Studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 10.000, verður mánaðarligi studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. lækkaður við 10%. Stk. 2. Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað. Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um inntøkujavningina. 4) Í § 12, stk. 2, 1 pkt., verður aftaná “í” sett “ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2.” 5) Í § 12, stk. 4, 1. pkt., verður aftaná “2008” sett “í ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2.” 6) Í § 13, stk. 1, 2 og 3, § 18, stk. 4, 5 og 6, § 20, stk. 4, § 22, stk. 1 og § 23, stk. 1 verður orðið ”Stuðulsstovnurin” broytt til ”Studni”. 7) Í § 14 verða stk. 3 og stk. 4 strikað. 8) Í § 14 verður sett sum nýtt stk. 3: ”Stk. 3. Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra verða: Danmark Europa (- Danmark og Grønland) Aðrastaðni Lesandi kr. 2.400 kr. 4.000 kr. 5.000 Børn: 0 – 1 ár kr. 300 kr. 500 kr. 700 Børn: 2 – 11 ár kr. 1.400 kr. 2.300 kr. 3.500 Børn: 12 – 16 ár kr. 2.400 kr. 4.000 kr. 5.000 9) Í § 14 verður sett sum nýtt stk. 4: ”Stk. 4. Aldurin í stk. 3 er tann aldurin, ið barnið hevur innan 31. juli undan stuðulsárinum.” 10) Í § 15, stk. 1, verður “á hægri útbúgving” strikað. 11) Í § 15, stk. 2 verður aftaná “longri” sett “ella tekur heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.” 12) § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Stk. 3. Stuðulin verður tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddirnar fyri lesandi sbrt. talvuni í § 14, stk. 3.” 13) § 19, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2011.” 14) Í § 20, stk. 1, pkt. 2 verður “1%” broytt til “3%”.
§ 2 Henda lóg fær gildi 1. januar 2011
Henda lóg fær gildi 1. januar 2011. Stk. 2. 1) Tó fær § 1, nr. 3 gildi 1. august í 2011. Tórshavn, 28. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 25/2010 1) Broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 4. februar 2011, har § 2 er soljóðandi: “Hendan lóg fær gildi 1. januar 2011.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.