Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. desember 2013 Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattafrítøka fyri hækkað barnagjald o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 16, § 17, stk. 1, § 18 b, § 18 c, § 18 d, § 18 e, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg, og veitingar eftir § 7 og § 12, stk. 3, 4 og 8 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna, uttan mun til um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.” 2. Í § 29 verður sum nr. 29 sett: “29) samsýning í reiðum peningi, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu letur børnum í sambandi við heilsukanningar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 11. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 49/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.