Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. desember 2014 Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
(Eftirrokning, mótrokning o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010 og løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Hjún, har bæði eru pensjónistar, fáa eina viðbót í felag, og verður viðbótin útgoldin við einari helvt til hvønn.” 2. Í § 3 verður 2. pkt. strikað. 3. § 4 verður strikað. 4. Í § 5, stk. 1 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 5. Í § 5, stk. 2 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 6. Aftaná § 6 verður sett: “§ 6 a. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum um inntøkugrundarlag í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 2. Umrokning, eftirrokning, afturgjaldskrav og upplýsingarskylda eru sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 3. Rætturin til veiting heldur uppat sambært ásetingum í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 4. Almannaverkið kann fáa til vega upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerð av málum um viðbót til ávísar pensjónistar sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 5. Spurningar um avgerðarrætt yvir viðbót til ávísar pensjónistar verða viðgjørdir sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað fyri útgjaldið av pensjón fyri…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað fyri útgjaldið av pensjón fyri januar mánað 2015. Í Tinganesi, 19. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 29/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.