Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. desember 2023 Nr. 135
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Broyting í javning av stuðulsupphæddum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12 verða tann 1. januar á hvørjum ári javnaðar. Stk. 2. Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av: 1) prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í verandi ári, og 2) prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri mai í verandi ári, í mun til mai árið fyri. Stk. 3. Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum. Stk. 4. Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 2, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt. Stk. 5. Er roknaða javningarprosentið minni enn null, verður javningarprosentið sett til null. Stk. 6. Javning eftir hesum ásetingum fer fram fyrstu ferð tann 1. januar 2025, og eftir hetta verður javnað tann 1. januar á hvørjum ári. Javnað verður ikki tann 1. august 2024 eftir áður galdandi reglum. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um javningarprosentið og javnaðu stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 8. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 28/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.