Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
19. desember 2014 Nr. 134
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. og løgtingslóg um eftirløn
(Fylgibroytingar til løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 20. desember 2013, verður § 10 strikað.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20.…
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 3 verður “, uttan at avgjald verður rindað til landskassan” strikað. 2. Í § 12, stk. 2 verður sum 4. pkt. sett: “Skattur sbrt. pkt. 1 verður latin kommununum eftir tali av borgarum 67 ár ella eldri, sum eru skrásettir í landsfólkayvirlitinum 1. desember árið fyri, tó so at talið av borgarum 67 ár ella eldri í Sandoynni verður hækkað við 30%, um heimatænasta, eldrarøkt v.m. í Sandoynni verður rikið í serstøkum samstarvsøki.” 3. Aftaná § 15 verður sett: “Avrokning og afturhald
§ 15 a Upphæddir, latnar kommununum sbrt. § 12, stk. 2, 4. pkt., verða avroknaðar umvegis kommunalu…
Upphæddir, latnar kommununum sbrt. § 12, stk. 2, 4. pkt., verða avroknaðar umvegis kommunalu avrokningarskipanina ella aðra skipan, ið landsstýrismaðurin tekur avgerð um. Stk. 2. Um kommuna ella kommunalt samstarv, ið ein kommuna er partur av, áhaldandi ikki lýkur treytir, ásetingar ella leiðreglur í sambandi við roknskaparviðurskifti ella líknandi viðurskifti, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um at útseta avrokningar, til viðkomandi viðurskifti eru fingin í rættlag.”
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Í Tinganesi, 19. desember 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 16/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.